Handilstreytir

Seljari

Sóljan glas
188 Hoyvík
Karlamagnusarbreyt 11
Telefon: +298591691
Email: ruth@soljan.fo 
V-tal 582212

Prísir
Allir prísir eru íroknað MVG.
Flutningskostnaður í Føroyum er 50,-

Gjalding
Gjaldast kann við:
Visakort og Mastercard
Keypsupphæddin verður trekt av gjaldskorti tínum tá hon er send.
Gjaldingin fer fram gjøgnum Pay & Clearhaus. Hetta eru viðurkendar og tryggar gjaldsskipanir. Vit goyma ongantíð tínum gjaldsupplýsingum.

Veitingartíð
Veitingartíðin er vanliga 7-14 gerandisdag. Grundin fyri hesum, er at tað kann verða kø í framleiðsluni og tí verður vøran møguliga ikki framleidd sama dag. Ring um tú ynskir serliga avtalu um levering.  

Unikar vørur
Vørur frá Sóljan glas eru hondgjørdar, serstakar og tí eru eingir lutur eins. Ymiskleikar frá myndunum á nethandlinum koma fyri.Um partur av bílegging tíni ikki er á lagur hjá okkum, seta vit okkum í samband við teg og siga frá, nær øll bíleggingin væntast at vera á lagur.

Kostnaður fyri levering
Kostnaðurin fyri levering  er DKK 49,-. Kostnaðurin verður lagdur afturat kostnaðinum fyri bíløgdu vørurnar.

Garanti
Kundin hevur 14 dagar rætt til at senda vøruna aftur og eitt 2 ára garanti á vøruni. Tó verður hvør vøra hugt at, fyri at meta um vøra fyllur krøvini fyri afturgjalding.

 

Tá partur av bílegging tíni ikki er á lagur
Um partur av bílegging tíni ikki er á lagur hjá okkum, seta vit okkum í samband við teg og siga frá, nær øll bíleggingin væntast at vera á lagur. Hareftir kanst tú velja um tú ynskir 1) at fáa bíleggingin avleveraða í einum ella fleiri vørusendingum, ella 2) um tú bert ynskir at gjøgnumføra ein part av bíleggingini, ella 3) um tú ynskir at strika alla bíleggingina sum hon er.

Iðranarrættur
Iðranarrætturin hjá Sóljan glas eru sambært vegleiðingunum frá danska Forbrugerombudsmanden.
Kundar hjá Sóljan glas hava 30 dagar iðranarrrætt.Tú móttekur afturgjald frá Sóljan glas áljóðandi keypsupphæddina. Tú sum kundi, betalur fyri aftursendingina. Vænta verður at vøran er í sama standi sum tá hon varð send

 

Keypstreyturnar eru dagførdar hin  01.09.2023

 
Kurv