Nýggjar vørur
UM OKKUM
Hvar alt byrjaði
Á Karlamagnusarbreyt 11 í Hoyvík finnur tú eina lítla familjufyritøku, ið framleiðir hondgjørda glaslist.
Tað er Ruth Heinesen, saman við familjuni, sum eigur og rekur fyritøkuna Sóljan glaslist.
Hetta virksemi byrjaði í 2013.
Sóljan glaslist framleiðir hondgjørda glaslist við íblásturi úr Føroyum og føroysku náttúruni.
Vit hava eisini lagt okkum eftir at hava eitt gott úrval til ferðafólk.
Byrja var við at framleiða hondgjørda glaslist, ið verður tilvirkað úr farvaðum glasplátum, sum so verða brendar, og síðan verður pussa og polerað og gjørt klárt til selja.
Tá gongd var komin á søluna, var byrjað at arbeiða við at fáa eitt glasblásarí, og í 2018 var ovnurin tendraður á fyrsta sinni. Hetta er fyrsta og einasta glasblásarí í Føroyum.
Glaslistin hjá Sóljuni verður eisini seld í úrvaldum handilum og á hotellum.